Eftir áheitan frá borgarum í Árnafirði, sum er partur av Klaksvíkar kommunu, hevur býráðið samtykt, at seta á stovn staðbundna nevnd fyri bygdina.
Uppgávan hjá staðbundnu nevndini er at vegleiða, umrøða og gera tilmæli til býráðið í málum, sum hava við spurningar í Árnafirði at gera og soleiðis taka sær av áhugamálum í bygdini.
Býráðið samtykti ? áðrenn samtyktin varð sett í verk ? at senda borgarunum í Árnafirði skriv við fyrispurningi um teirra áskoðan á eina møguliga nevnd fyri bygdina.
Henda kanning vísti, at stórur meiriluti av borgarunum í bygdini tekur undir við ætlanini, og fyrireikar Valnevndin fyri býráðsval í Klaksvík nú hetta valið, ið verður samstundis sum býráðsvalið.










