Árnfirðingur syfti Argjabátin

8-mannafør: Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað ikki Argjabátinum at vinna

Í fýra teimum fyrstu kappingunum í ár var tað Argjabáturin, sum vann. Fleiri sigrar hava verið trivaligir, men í onkrari kapping hevur fyrra partin av teininum og einaferð fram til endaspurtin verið ábending um, at Árnfirðingur kundi geva sigursvanda bátinum kapping.

 

Soleiðis var tað í dag, og nú vóru teir á Árnfirðingi drúgvari enn favorittarnir.

Árnfirðingur legði bragdliga fyri, og Árnfirðingar var fremstur allan teininum. Tá ið tað nærkaðist endaspurtinum hevði Argjabáturin hug at bjóða av. Munurin millum tveir teir fremstu minkaði, men í dag megnaði Árnfirðingur at halda tørn og at vinna.

 

Árnfirðingur vann nógvar róðrar seinnapartin av seksti árunum. Nú er tað manning úr Argja Róðrarfelag, sum mannar Árnfirðing, sum í dag var ov boysin hjá FM favorittunum í sigursvanda Argjabátinum.

 

1 Árnfirðingur 04.51.37

2 Argjabáturin 04.52.41

3 Nevið Reyða 05.05.36

 

FM støðan

1 Argjabáturin 34

2 Árnfirðingur 31

3 Ørvur 15

4 Nevið Reyða 10