Árnfirðingur streyk inn

Fyri fyrstu ferð í 72 ár hevur Árnafjørður fingið umboð í Klaksvíkar býráð. 33 ára gamli Atli Justinussen var valdur í fyrstu royndin í kommunalpolitikki

Atli Justinussen hevur í nógv ár verið partur av frítíðar- og handilslívinum í Klaksvík, og nú skal hann eisini sita í Klaksvíkar býráði.
Árnfirðingurin hevur verið við í kjakinum í lokalu fjølmiðlunum í fleiri ár, men hetta var fyrstu ferð, at hann stillaði upp.
? Eg havi havt góð fólk at arbeiða fyri meg, og tey hava gjørt eitt stórt arbeiði. Stuðulin í Árnafirði hevur verið sera stórur, men eg havi eisini fingið nógvar atkvøður í Klaksvík, sigur hann.
Atli Justinussen fekk 27 av teimum 39 atkvøðunum í Arnafirði, men tað er bara ein lítil partur av teimum 116 atkvøðunum, sum hann fekk á valinum.

Leingi at bíða
Tað eru liðin 72 ár, síðani Árnafjørður seinast hevði umboð í Klaksvíkar býráð. Tað var Guttorm Olsen, sum sat síðst í 20'unum og fyrst í 30'unum.
? Tað er gott, at bygdin hevur fingið umboð aftur, men tað hevur verið ov leingi at skula bíða eftir tí í 72 ár, sigur Atli Justinussen.
Hann hevur í valstríðnum lagt serligan dent á ungdóms- og frítíðarlív, og hann ætlar sær at arbeiða fyri tí, hann hevur ført fram.
? Eg veit ikki, hvørja ávirkan eg kann fáa, men eg ætli mær at standa við tað, sum eg havi sagt í valstríðnum, sigur hann.