Árnfirðingar heiðraðir

Árnafjørður telist millum minstu bygdirnar í landinum, ið hava eitt virkið kappróðrarfelag. Árnfirðingur hevur í summar verið við í kappingini hjá 8-mannaførunum, og tað hevur gingið væl hjá teimum - báturin vann bronsu í FM-kappingini.

 

Á gallaveitsluni hjá kappróðrarfólkinum í kvøld varð Árnafjarðar Róðrarfelag kosið til Ársins róðrarfelag.