Tá ið árnfirðingar 29. oktober 2011 fara á løgtingsval, verður tað ikki sum vant í Skúlanum í Árnafirði, men ístaðin í snotuliga neystinum hjá Árnafjarðar Róðrarfelag, sum liggur høgliga við bátahylin í Árnafirði.
Eftir ynski frá árnfirðingum hevur kommunan - í samráð við valstýrið í Árnafirði - tikið avgerð um at flyta valstaðið í Árnafirði úr skúlanum oman í róðrarneystið.
Formliga heimildin til hesa broyting er at finna í løgtingsvallógini, sum í §20, stk. 2, ásetur, at "atkvøðugreiðsla fer fram í einum ella fleiri hølum, sum kommunustýrið ávísir, har atkvøðurúm í neyðugum tali eru sett upp. Atkvøðurúmini skulu vera soleiðis háttað, at ongin hevur møguleika fyri uttanífrá at síggja, hvussu avvarðandi hevur atkvøtt. Atkvøðurúmini skulu vera útgjørd við tí, sum er neyðugt fyri at atkvøða".
Bæði atkoman og umstøðurnar eru munandi betri í róðrarneystinum enn í skúlanum, so grundgevingarnar fyri hesari broyting eru góðar.
Sostatt fara árnfirðingar á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fyri fyrstu ferð at royna teirra nýggja valstað