Fyrstu ferð, vit síggja nakað skrivligt um skúlabygging í Árnafirði, er í fundarbókini hjá sóknarstýrinum, har tað stendur:
Aar 1903, den 4de Juli afmaalte undertegnede Medlemmer af Sognekommissionen et Grundstykke, hvorpaa agtes opført en skolebygning i Arnefjord 14 alen lang 10 alen bred udvendig maal. Joen Joensen og M. Mikkelsen.
10. juli 1903 sendir Clement Olsen, sýslumaður eitt skriv til løgtingið, har hann sigur, at tað leingi hevur verið øllum greitt, at Árnafjarðar bygd treingir til at fáa núytt høli at halda skúla í.
Tær stovur, ið higartil hava verið leigaðar frá fólki í bygdini, eru ikki hóskandi til tað skjótt vaksandi barnatalið. Einki høli er í bygdini, sum ikki verður brúkt til sovikamar, og rúmini eru eisini so smá, at ikki er nóg mikið av sitiplássi til tey 23 børnini í skúlaaldri, sum eru í bygdini; serliga ringt er at fáa pláss til skrivingina.
Forstandarskapið hevur tí viðtikið at senda umsókn til løgtingið frá Vágs sóknar kommunu um at fáa 1400 krónur í studningi til at byggja eina skúlastovu í Árnafirði fyri. Hon skal vera 12 alin long og 10 alin breið, bygd úr gróti og innan klødd við timbri.
Í 1904 verður skúlin tikin í nýtslu.
Kelda: Árnafjarðar skúli 100 ár