Árligi grýludansurin verður í høllini á Kambsdali leygardagin komandi. Bestu grýlurnar fáa vinning. Enn einaferð er føstulávint í nánd, og kring landið gera fyrireikarar klárt til alskyns føstulávintstiltøk. Grýludansur, tunnisláttur og hugnakvøld verða á skránni komandi vikuskifti og eisini á Kambsdali verður føstulávint hátíðarhildið.
Árligi grýludansurin í Kambsdali verður í høllini leygardagin. Bestu grýlurnar verða valdar, og fáa hesi vinning, sum er atgongumerki til Festivalin við Múrin.
Góðir tónleikarar verða eisini í Kambsdali, har Showmenn standa fyri undirhaldinum.











