Tann 7. og 8. oktober skipar TB fyri árliga tombolaspælinum í TB húsinum. TB hevur havt hetta á skránni sum afturvendandi tiltak og undirtøkan hevur verið góð.
Og tey hepnu kunnu eisini vænta sær góðar vinningar, tí millum vinningarnar er olja, seyður og matur.
Klokkan 22 sunnukvøldið verður drigið millum lutaseðlarnar, sum eru seldir hesa vikuna.
Tombola í TB húsinum byrjar leygardagin klokkan 19 og sunnudagin klokkan 16.










