Líka síðani Býlingshúsið á Norðasta Horni varð tikið í nýtslu fyri gott og væl 10 árum síðani, hevur stovnurin saman við eigarafelagnum í økinum skipað fyri ruddingar-, garðs- og hugnadegi eina ferð um árið. Hesin dagurin fellur altíð síðst í juni, um jóansøkumundið.
Og eins og undanfarin ár kom eisini í ár nógv á skafti. Nógvar umvælingar og ábøtur vórðu gjørdar í sjálvum økinum hjá býlingshúsinum, og allur gøturnar í býlinginum vórðu spulaðar.
- Eigarafelagið á Norðasta Horni og Býlingshúsið tosa saman framman undan um, hvat vit kunnu hugsa okkum kemur burtur úr einum slíkum degi. Dagurin er ein arbeiðs- og hugnadagur, har íbúgvarnir og foreldrini hjá børnunum, sum ganga á stovninum, saman eru um nøkur tiltøk, og rudda og fríðka um økið. Tiltakið hevur stóran sosialan týdning.
- Í ár varð ein nýggjur antennukaðal grivin niður og tað var eitt stórt arbeiði. Í býlingshúsinum vórðu tvær trappur laðaðar og eitt dúrk stoypt í einum báti, sigur Ása Egholm, leiðari í Býlingshúsinum á Norðasta Horni.
Byrjað varð við morgunmati. Síðani varð farið í gongd við at arbeiða. Undanfarin ár hava tey grillað pylsur á døgverða, men veðrið var ikki tað rætta hesa ferð til tað, tí var annað til matna. Allan dagin støðu køkur og kaffi frammi, sum foreldraráðið í býlingshúsinum hevði syrgt fyri.
Seinnapartin um trítíðina, tá ið allar uppgávurnar vóru lidnar, vóru fótbóltur og togtugan á skránni millum allar aldursbólkur, gentur og dreingir, konur og menn. Býlingurin var býttur í tvey, heimara- og uttara part, og síðani varð spælt ímóti hvør øðrum.
- Tá ið fótbólturin er á skránni, koma øll í økinum uppí, og dystirnir verða tiknir í ramasta álvara, har vinnarin fær eina silvurplátu, sigur Ása Egholm.
Um kvøldið var dansur.
Hetta er 11. árið á rað, at skipað verður hesum tiltaki. Fyrstu árini var luttøkan ógvuliga stór, um 150 fólk. Undirtøkan hesi seinnu árini hevur verið minkandi og hendan dagin síðst í juni vóru um 50 fólk.
- Vit sakna teir ungu tilflytararnar, sum eru búsettir á Norðasta Horni seinnu árini. Vit síggja ikki nógv til teir, sigur Ása Egholm.
Býlingshúsið á Norðasta Horni er normerað til 45 børn, men 54 børn hava sína dagligu gongd í vøggustovuni og barnagarðinum. Starvsfólkini eru tólv í tali.










