Árliga fimleikaframsýningin

Fimleikafelagið Ljósið hevur stórsligna fimleikaframsýning um vikuskiftið

 

fimleikur


Árliga fimleikaframsýningin hjá Ljósinum verður sunnudagin 18. mars kl. 16.00 í høllini á Hálsi. Framsýningin varar umleið tveir tímar, og vit eina fjølbroytta sýnin við amboðs- og rútmiskum fimleiki, har øll lið felagsins vísa, hvat tey fingið burtur úr vetrinum 2000/2001.

25 ár eru liðin, síðan Fimleikafelagið Lj´soið varð stovnað, og hevur hett árið eisini verið merkt av hátíðarhaldi, m.a. tann stórsligna gallasýningin í Norðurlandahúsinum í novembur. Limatalið táttar væl í 700 virknar íðkarar í aldrinum hálvt annað til 76 ár, og finna vit tey á teimum 20 liðunum, sum verða við á framsýningini. Høvi verður at síggja tey fittu børnini á móðir & barn liðnum, motiónskvinnur, kappingarliðini (tvey teirra vunnu gull fyrr í vikuni, hini kappast seinni), umframt øll hini ágrýtnu. Gentur og dreingir, sum hava roynt at lært seg at bólta rút, gera myllu, flik-flak og seriu við venjingum, har alt skal passa sum fótur í hosu.

Atgongumerki fáast við dyrnar ein tíma undan sýningini. Kostnaðurin er 60 krónur fyri vaksin, meðan børn rinda 20 kr.