Á middegi hevði fyriskiparin av fótbóltskappingini millum sjómenn, Palli Ziskason, sett skipsmanningunum boð at møta í KÍ-høllini í Klaksvík. Meir enn 20 lið høvdu teknað seg.
Hetta er 12. ferðin, at manningarnar hittast til dyst, millum jólanna. Prátið gongur lystiliga fyri seg undan kappingini og hegnisliga verðu valt út, fyri at vinna sum mest. Eftir ætlanini skal finalan spælast kl 17.
Eftir kappingina verður boðið til ein betri bita, og tá verða møguligar ógreiður frá dómaranum viðgjørdar og úrskurður gjørdur.
Ikki tí, dómarin byrjaði við at siga, hvat og hvussu hann dømdi, so allir fyri kappingina vistu, hvat teir gingu inn fyri.
Sum sagt ganga manningarnar høgt uppí hesa kapping og gleða seg nóg - so nógv, at onkur, sum kundi verið staddur uttanlands, velur at vera heima vegna kappinina.
Fyrireikarnir eru Effo, Føroya Bjór og Skipalistanum takksamir fyri stuðul og vinningar, sum verða latnir til vinnandi liðini.
Í skrivandi stund klárar Norðborg seg væl.
Orð og myndir: Dávur Winther