Írland sendir dukku til Grand Prixið

Tað verður ein dukka, sum skal umboða Írland í europeiska Tónleika Grand Prixnum.

Um vikuskiftið var írska Grand Prixið, og vinnarin gjørdist Dustin, sum er ein væl kend dukka úr eini sjónvarpsrøð. Dustin er kendur fyri at brúka seg, og hann er væl umtóktur millum írar. Nú skal hann so eisini umboða Írland í Grand Prixnum við sanginum Irande Douze Pointe. Írskir fjølmiðlar ivast í, um tað er populariteturin hjá Dustin, sum hevur sent hann í europeisku finaluna, ella um fólk við hesum vilja mótmæla vánaligu úrslitini hjá Írlandi seinastu árini.