Sepp Blatter váttaði ígjár, at Írland hevur biðið FIFA um at víðka talið av luttakarum til HM-endaspælið í fótbólti í Suður Afrika komandi summar.
Írland krevur at sleppa við til HM orsaka av svikinum hjá Thierry Henry, tá Frakland fekk tað avgerandi málið á Stadé de France í næstsíðstu viku. Henry førkaði bóltin við hondini, men umbar seg aftaná við orðunum: - Eg eri ikki dómari!
- Írar hava spurt, um teir kunnu gerast land nummar 33 í HM-endapælinum komandi summar. Írar eru ógvuliga misnøgdir við tað, sum hendi á Stadé de France. Teir eru fullgreiðir yvir, at dysturin verður ikki spældur um aftur, at avgerðin hjá dómaranum er endalig, sigur Sepp Blatter við SkySports News.
- Írar hava ikki biðið um, at nakar spælari ella dómari skal útihýsast frá HM-endaspælinum, men írar hava biðið um, at teir fáa loyvið at taka lut í HM-endaspælinum, sum land nummar 33.
Men kravið hjá írum gevur FIFA eitt annað dilemma. Costa Rica misti sítt HM-pláss, tá Uruguay skoraði tað avgerandi málið í einari greiðari offside-støðu. Blatter staðfestir, at sleppur Írland við til HM orsaka av svikinum hjá Thierry Henry, so má Costa Rica eisini fáa loyvið til at taka lut í HM-endaspælinum, sum land nummar 34.
- Eg havi borið kravið hjá Írlandi víðari til Aðalnevndina hjá FIFA. Men hendir tað seg, at vit góðtaka kravið hjá Írlandi, so mugu vit eisini loyva Costa Rica at taka lut í HM-endaspælinum, staðfestir Sepp Blatter.