Írland kom víðari

EM 2016: Heldur óvæntað vann Írland í kvøld dystin móti Italia

Nú er greitt hvørji lond eru komin í áttandapartsfinaluna av EM-endaspælinum sum verður spælt í Fraklandi í hesum døgum.

 

Seinastu dystirnir hava í kvøld verið spældir, har Svøríki og Belgia hava hitst í øðrum, meðan Italia og Írland hava spælt hin dystin.

 

Eitt sindur sum væntað vann Belgia dystin móti Svøríki við 1-0. Hóast svenskararnir vóru væl við allan dystin, og eitt skifti í seinna hálvleiki trýstu Belgia nógv, so var tað Belgia sum fekk einsamalla málið, eitt sindur ímóti leikgongdini. Radja Nainggolan skoraði einsamalla málið við langskoti.

 

Í hinum dystinum vann Írland óvæntað 1-0 móti favorittunum Italia. Einsamalla málið í dystinum skeyt Robbie Brady fimm minuttir fyri leiklok.

 

Sostatt er greitt hvørji lond møtast í teimum ymisku áttandapartsfinalunum.

 

Áttandapartsfinalurnar síggja soleiðis út:

 

Vinnararnir av hesum dystunum møtast í fjórðingsfinalu.

Sveis – Pólland

Kroatia – Portugal

 

Vinnararnir av hesum dystunum møtast í fjórðingsfinalu.

Wales – Norður Írland

Ungarn – Belgia

 

Vinnararnir av hesum dystunum møtast í fjórðingsfinalu.

Týskland – Slovakia

Italia – Spania

 

Vinnararnir av hesum dystunum møtast í fjórðingsfinalu.

Frakland – Írland

Ongland – Ísland

 

Dystirnir í kvøld:

 

Italia – Írland 0-1 (0-0)

0-1 Robbie Brady, 85.

 

Svøríki – Belgia 0-1 (0-0)

0-1 Radja Nainggolan, 84.