Danmark hevur í kvøld spælt fyrru playoff uppgerðina móti Írlandi um hvat av teimum londunum skal tryggja sær atgongumerki til HM-endaspælið í Russlandi komandi summar.
Uppgerðin var spæld í ítróttarparkini í Keypmannahavn, har Danmark undan dystinum var rímiliga greiður favorittur. Men Danmark megnaði ikki at gagnnýta favoritt leiklutin, tí dysturin endaði við málleysum 0-0 javnleiki, sum gestirnir úr Írlandi kunnu vera betri nøgdir við.
Sum heild eyðkendi tað dystin nógv, at Írland lá langt afturi á vøllinum og royndi at spæla uppá at halda málið reint. Danmark hevði tað trupult við at bróta írsku verjuna niður, men tvær ferðir í fyrra hálvleiki vóru danir nær við, tá Andreas Cornelius og Pione Sisto misnýttu fyri Danmark.
Javnleikurin ber við sær at Írland eigur betra útgangsstøðið til seinnu playoff uppgerðina, ið verður spæld í Dublin týskvølidð.
Danmark – Írland 0-0 (0-0)