Ørkymlandi framløga

Meginparturin av tíðini fór til at umseta ein hóp av føroyskum skjølum til danskt fyri danska dómaranum, tá rættarmálið millum Jákup Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahúsleiðara, og Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, byrjaði í gjár

Viðgerðin av rættarmálinum millum Jákup Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahúsleiðara, og landsstýrismannin í almanna- og heislumálum fyrrapartin í gjár sýndi greitt, at ivi kann sást um rættartrygdina við eini danskari rættarskipan í Føroyum.

Tað er Jákup Mørkøre, sum hevur stevnt Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing í sambandi við, at hon 4. februar í fjør segði honum upp sum sjúkrahúsleiðara við teirri grundgeving, at hann hevði verið ólýðin og illoyalur móti politisku skipanini, tá hann frammanundan alment boðaði frá í miðlunum, at ætlaðar sparingar á Landssjúkrahúsinum fóru at hava við sær hópuppsagnir.


Umseta skjøl

Av tí at málið snýr seg um umsitingarligar og fyrisitingarligar ósemjur, eru próvførslurnar hjá báðum pørtum ein hópur av skrivligum samskifti millum sjúkrahúsleiðaran, landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og aðrar myndugleikar á almanna- og heilsuøkinum.

Hesi skjøl eru øll skrivað á føroyskum, og av tí, at dómarin er danskur og skjølini ikki vóru umsett frammanundan, brúktu advokatarnir hjá báðum pørtum allan fyrraparin í gjár til at umseta skjølini leysliga fyri dómaranum so hvørt, teir nýttu tey sum próvførslur.

Tað var heilt týðuligt, at dómarin ikki skilti føroyska tekstin, sum hann hevði framman fyri sær, og tað kom fleiri ferðir fyri, at advokatarnir umsettu skeivt. Tí mátti fleiri ferðir takast aftur í aftur fleiri brot út ymsum skjølum, og hóast talan ofta var um smálutir, fekst tú ofta eina kenslu av, at dómarin ikki altíð var heilt við.


Drúgv viðgerð

Talan er um eitt heldur toskilt mál, og tí hevði Føroya Rættur fyribils sett allan dagin í gjár av til viðgerðina.

Tá Sosialurin beint eftir døgurða fór til prentingar, vóru advokatarnir júst lidnir at leggja próvførslur sínar fram. Eftir døgurðasteðgin skuldu vitni avhoyrast.

Jákup Mørkøre krevur í fyrstu atløgu, at Helena Dam á Neystabø verður dømd fyri ærumeiðing við bót ella hefti. Í aðru atløgu krevur hann, at Helena Dam á Neystabø verður dømd at viðurkenna, at Jákup Mørkøre ikki hevur ólýðin og illoyalur.