Rivaldo til Usbekistan

Eftir at tað miseydnaðist hjá Kuruvchi í Usbekistan at fáa Samuel Eto’o til felagið, hevur leiðslan nú fingið fatur í brasilska Rivaldo, sum í 1999 varð kosin eimsins besti spælari. Rivaldo er í dag 36 ár, og hann hevur seinnu árini spælt í AEK Athen. Kuruvchi hevur rindað fýra milliónir fyri Rivaldo, sum sjálvur fær eina tvísiffraða milliónaupphædd í ársløn. Hetta er tó lítið av miklum, tí ætlani skuldi Eto’o fáa um 300 milliónir krónur fyri at skifta felag.