Rivaldo til Angola

Brasilski frísparkssnillingurin er hóast síni 39 ár framvegis aktivur fótbóltsleikari. Hann hevur síðani stórheitstíðina í Evropa spælt í Grikkalandi, Usbekistan og heimlandinum Brasil. Nú gongur leiðin til Angola at royna nýggjar leiðir.

 

Heimsmeistarin frá 2002 er best kendur frá tíðini í Evropa, har hann spældi við Deportivo La Coruna, Barcelona og AC Milan. Hann varð millum annað valdur til heimsins besta leikara í 1999, tá hann umboðaði Barcelona.

 

Eftir tvey miseydnaði ár í AC Milan setti hann kós móti heimlandinum, men var skjótur aftur til Evropa, har Grikkaland bíðaði. Hann spældi við bæði Olympiacos og AEK Athens. Í 2008 fór hann til Usbekistan har hann í tvey ár spældi við Bunyodkor.

 

Hann spældi í fjør við Sao Paulo í heimlandinum, men hevur nú valt at taka av einum tilboði frá Kabuscorp úr Angola, skriva ítróttarmiðlar í dag.

 

Rivaldo náddi at spæla 74 landsdystir fyri Brasil og skjóta 34 mál.

 

Undir greinini eru nøkur sjónbandabrot av Rivaldo.