Rivaldo givin í Olympiakos

Grikska meistarafelagið, Olympiakos, má nú siga farvæl við eina av sínum avgjørt størstu stjørnum, eftir at Rivaldo um vikuskiftið boðaði frá, at hann gevst í felagnum. Bóltsnillingurin hevur í longri tíð verið ósamdur við formannin í felagnum, Sokrates Kokkalis. Hetta førdi við sær, at næstan tvær vikur langar sáttmálasamráðingar í gjár steðgaðu. Hesum boðaði Rivaldo sjálvur frá, tá ið hann í gjár helt ein væl vitjaðan tíðindafund í Athen. Olympiakos hevur tó okkurt at frøast yvir, eftir at teir eru blivnir grikskir meistarar fyri fleiri leikumførum síðan. Rivaldo hevur tó sýtt fyri at koma til veitsluna, sum verður eftir seinasta leikumfar í morgin.