Riva fekk flogfar at venda

Eitt flogfar hjá íslendska flogfelagnum Icelandair noyddist at venda aftur, tá tað var á veg frá altjóða flogvøllinum í Keflavík til Oslo gjáramorgunin, tí ein riva var komin í tað ytra lagið á einum rúti á flogfarinum.

Talsmaðurin hjá Icelandair, Guðjón Arngrímssson, sigur við blaðið Vísir, at flogfarið setti seg í øllum góðum, og at ferðafólkini vórðu send til Noregs við einum øðrum flogfari løtu seinni. Sambært talsmanninum fingu ferðafólkini ikki nakran hvøkk av tilburðinum.