Reiley vann Dansk Melodi Grand Prix við sanginum »Breaking my Heart«. Ungi føroyingurin skal soleiðis umboða Danmark á Eurovision í Bretlandi í maimánaði
Tað er greitt eftir avgerðina, sum varð víst á DR í kvøld.
Reiley eitur veruleikanum eitur Rani Petersen og er sonur Wilhelm og Joan Petersen í Havn.
Hann hevur serliga gjørt vart við seg á sosiala miðlinum TikTok. Hann hevur næstan 11 milliónir fylgjarar, og videoir hjá honum eru sæddur upp ímóti 45 milliónir ferðir.
Nógvir av fylgjarum hansara eru úr Suðurkorea, har debutsingle hansara, »Let it ring« sambært DR fór viralt í 2021.
Sangin »Breaking my Heart« hava Sivert Hjeltnes Hagtvet, Hilda Stenmalm, Bård Mathias Bonsaksen og Rani Petersen sjálvur skrivað.
Dansk Melodi Grand Prix var í kvøld hildið í Arena Næstved, og har vóru átta bólkar ella solistar, sum luttóku.
Fyrst vórðu tey átta minkað til trý, sum skuldu á pallin við sanginum einaferð afturat. Síðani skuldu hyggjarar og ein faknevnd gera av, hvør av teimum trimum songunum, sum skuldu vinna ársins Melodi Grand Prix.
Í faknevndini vóru Emmelie de Forest, Ole Tøpholm, Anders SG., Cutfather og Annika Aakjær.
Reiley fær sum vinnari av Dansk Melodi Grand Prix ein beinleiðis ferðaseðil til altjóða sangkappingina Eurovision. Har skal hann umboða Danmark, sum ikki hevur verið í finaluni síðani 2019.
Eurovision verður í mai í bretska stórbýnum Liverpool. Bretland heldur Eurovisioan vegna Ukraina, sum vann kappingina í fjør.
/ritzau/