Tað er meiri enn so komið fyri, tá ið talan hevur verið um summarturk, at tað ikki hevur verið nóg mikið av vatni í Rituvík, og at tangabilar tískil hava koyrt vatn aðra staðni frá og yvir til Rituvíkar. Tað hevur ikki verið møguleiki at fáa fatur á størri vatnmongd í bygdini.
Á býráðsfundi hóskvøldið samtykti Runavíkar býráð, at arbeiðið skal gerast, sum ber við sær, at hesin trupulleikin verður loystur, og at tað harvið ikki í framtíðini verður vatntrot í Rituvík uttan mun til, hvussu stórur summarturkurin verður.
Tað er SEV, sum fer at leggja kaðal úr Runavík og til Rituvíkar. Í tí sambandi er møguligt hjá kommununi at fáa lagt ein vatnleiðing í somu grøv. Kostnaðurin av hesum er umleið ein triðing av tí, tað annars vildi kostað, um kommunan einsamøll skuldi gjørt hetta arbeiðið.
Kostnaðurin av hesum arbeiðnum er fyri Runavíkar kommunu 700 túsund krónur.
Tekniska nevnd og fíggjarnevndin mæltu undan býráðsfundinum til, at arbeiðið varð gjørt og partvís fíggjað av játtanini til vatnverkið, og at tað, sum manglaði í, skuldi fáast til vega við eini eykajáttan.
Býráðið samtykti hóskvøldið at taka undir við tilmælinum frá nevndunum.