Rituvíksvegurin

Fleiri hava helst spurt seg sjálvi og onnur við hesar seinastu dagarnar, hví vit báðir Bill tóku verklagslógina um Rituvíksvegin aftur á tingfundinum hósdagin. Tvær milliónir krónur vóru jú settar av í eini C-átekning á løgtingsfíggjarlógini, ið var samtykt á tingi fyri jól í fjør. Tí skuldi tað verið lagamanni at fingið uppskotið (løgtingsmál no. 156/2008), sum var lagt fram fyri júst einum mánaða síðani, samtykt, soleiðis, at Landsverk kundi bjóða alt arbeiðið út, ið var mett at kosta 14 milliónir krónur

Ætlaða verklagslógaruppskotið varð steðgað í samgongumaskinarínum fyrr í vár. Vit báðir settu tað fram ístaðin, við neyðugu hjálpini frá ávísum samgongutingmonnum. Eftir tað kom uppskotið um eykajáttanarløgtingslógina fyri apríl mánaða, og tá sá illa út, fíggjarmálaráðharrin hevði skarvað aðra av tveimum milliónum burtur. Brekkan gjørdist uppaftur brattari, táið álitið kom frá rættarnevnd løgtingsins, sum samfeld mælti til at fella uppskotið.

 

Viðhvørt er tað frægari at taka eitt mál aftur, heldur enn at lata tað falla í tinginum. Tað samdust vit báðir um í hesum førinum. Tingingar í fíggjarnevnd løgtingsins fram eftir hósdegnum vendu tó málinum, og millum fleiri aðrar semjur samdust seks av sjey nevndarlimum um at seta 5 milliónir krónur av til Rituvíksvegin í 2009. Løtu seinri tók ein stórur partur av tinginum undir við hesi semju.

 

Hetta er framhald av einum vegi, sum hevur staðið í hálvum gekki síðani seinru helvt av áttatiárunum, og sum táverandi samferðsluráðharrin Lasse Klein setti á lunnar. Kreppan steðgaði verkætlanini, og nú røkist umsíðir fyri, at vegurin kann gerast liðugur. Tað ræður bara um, at restupphæddin, á 9 milliónir krónur, verður sett á løgtingsfíggjarlógina fyri 2010. Pírnið, í almennu umfordeilingini mótvegis Eysturoynni (landsins CashCow), tykist hava fingið eina vend, nú tríggjar verkætlanir kunnu byrja í summar, í Skálafirði, í Leirvík og í Rituvík.

 

NB: Málsliga spyr onkur helst, um Rituvíksvegurin ikki heldur er Rituvíkarvegurin, og til ber at svara sum Dan R. Petersen á sinni: ”Hví liggur Rituvíkarvegurin um Rituvíksháls, og hví var KvívíkarTummas KvívíksTummas, áðrenn hann flutti til Havnar at búgva?” - Kanska ein spurningur til fuglfirðingin í málteignum hjá morgunredaktørunum í Útvarpinum onkran av døgunum?