Orð D.P. Højgaard,
myndir: Tóki Højgaard
og Thomas Kjelnæs
Rituvíkar Kirkja er vígd av Jákupi Joensen, próvsti, hin 18. desember, 1955. Henda dagin fóru trý børn í bygdini til dópin. Hesi vóru: Oddmar Olsen, Annlina Olsen og Jana Højgaard. Kirkjan stóð í gerð1953-55, og er í stóran mun bygd við sjálvbodnari arbeiðsmegi; men fyri arbeiðinum stóð Jógvan Lamhauge, sáli. T.d. Eiler Einarsson sigur soleiðis frá vígsluni: »eg minnist at øgiliga nógv fólk var allastaðni. Úti á vegnum gekk fólk og øll hús vóru á tremur av fólki - sum hava verið skyldfólk, vinfólk og avbygdafólk. Sjálv vígslan tóktist at taka langa tíð - hjá einum 7 ára gomlum smádrongi sum mær. Hon hevur helst vart í einar 2 tímar.«
Tá ið ódnirnar herjaðu seinast í áttati árunum var um reppið, at kirkjan fór av illveðri; men væl var smíðað - húsið helt, hóast stórt glopp kom í millum skip og sakristi. Í hesum sambandi renna tær í huga orðini, »men um Harrin ikki byggir húsið, arbeiða smiðirnir til fánýtis«. Ein fyribils umvæling eydnaðist og seinni er kirkjan styrkt og sett í stand aftur. Tí kom seinni tað hugskot fram at planta trø kring kirkjuna, til tess at gera tað sum menniskjaliga er møguligt at verja móti komandi ódnum. Børn úr bygdini, skótar og úlvar hava tessvegna 2002-2004 plantað uml. 300 trø og runnar suður- og vestur av kirkjuni. Ætlanir eru um at halda fram við hesari planting, bygdini og kirkjuni til prýðis og verju.
Kirkjan er bygd í einum tíðarskeiði við streikum og lítlari inntøku. Tí er tað merkisvert, hvussu høgt bygdarfólkið hevur raðfest týdningin av at fáa ein halgidóm í bygdini, sjálvt í ringum tíðum. Bygdarfólkið stóð væl saman um tiltakið. Kvinnurnar skipaðu fyri basarum, lutaseðlum og peningainnsavning. Menninir tóku sær mest av sjálvum byggiarbeiðinum. Úrslitið var ein stór, rúmlig og prýðilig kirkja, sum enn í dag boðar fólki gleðiboðskapin og er karmur um gleði og sorg í bygdini. Har verða børn borin til dópin, børn verða konfirmerað, pør verða vígd - og haðani fer bygdarfólki seinastu ferðina á foldum. Í nærum sjúti ár, í tíðini 1873-1949 vórðu fólk í Rituvík jarðaði á Nesi, har kirkja og kirkjugarður var. Ein forsprákari fyri at fáa kirkjugarð í bygdini, var Joen J. Petersen. Hann doyði hin 23. apríl, 1949, meðan kirkjugarðurin stóð í gerð. Avgjørt varð, at hann skuldi jarðast í Rituvík og varð tí kirkjugarðurin vígdur í sambandi við jarðarferðina hjá Joen Jacob (kelda: Eiler Einarsson, Rituvík). Skúli varð bygdur í 1898 og varð lestur eisini lisin har, til Missiónshúsið kom í 1935. Hesir bygningar blivu somuleiðis bygdir av bygdarfólkinum; men størsta takið bleiv kirkjan - sum eisini eydnaðist væl, vegna eitt ótrúligt áræði, treiskni og arbeiðssemi hjá fólkinum. Rituvíkar Kirkja stendur enn í dag - fimti ár seinni - sum týðulig boð um, at samanhald gevur styrki í øllum lívsins viðurskiftum.










