Ritt missir undirtøku

Tað vakti ans, tá Ritt Bjerregaard gjørdi av at stilla upp til yvirborgarstjórastarvið í Keypmannahavn fyri trimum árum síðani, og tað var ikki minst hennara navn, sum gjørdi, at Sosialdemokratarnir fingu 38 prosent av atkvøðunum á kommunuvalinum tá.

Men nú vísir ein kanning hjá Gallup, at yvirborgarstjórin er ikki so væl umtókt longur, og at hon skal als ikki kenna seg trygga, tá val verður aftur næsta ár. Tí sambært kanningini eru tað bara 23 prosent av teimum spurdu í Keypmannahavn, sum ætla sær at velja Sosialdemokratarnar á næsta kommunuvali.

Sosialistiski Fólkaflokkurin hevur havt sera stóra framgongd í teimum kanningum, sum hava snúð seg um fólkatingsval, men Gallup-kanningin vísir, at flokkurin er eisini mentur sera nógv í Keypmannahavn. Í 2005 fekk hann 11 prosent har. Í dag hevði hann fingið 26 prosent.