Søgan um Norske Løve, sum fór á land og sakk á Lambavík nýggjársaftan 1707,er tann at skipið ið var á veg úr Danmark á handilsferð, als ikki skuldi vera í føroyskum farvatni, men tað kom í eitt ógvusligt ódnarveður og rak hendan vegin. Norske Løve var eitt skip hjá Dansk Ostindisk Kompagni.
Vit vita um ymiskar lutir frá skipinum, t.d. er ein skipsklokka í Havnar kirkju og ein ljósastaki sum er á Handels- og Søfartsmuseet á Kronborg í Danmark. Í Havnar kirkju hongur eisini eitt modell av skipinum, sum sigst vera gjørt stutt eftir, at skipið sakk á Lambavík. Fleiri royndi hava verið gjørdar at finna vrakið av skipinum á Lambavík, men tað hevur enn ikki eydnast.
Fyri tveimum árum síðan setti Bjarni Åkesson Filholm sær fyri at finna fram tilfar og geva út eina bók um Norske Løve. Í hesum sambandi er hann nú komin til Føroyar at fáa til vega tað síðsta tilfarið, áðrenn at bókin kemur út í heyst.
Umframt hesa bókina, eru tvær aðrar bøkur hjá honum á veg, ein skaldsøga og eitt ritsavn. Tað er danska forlagið Forlaget Nautilus sum gevur bøkurnar út. Forlagið bleiv upprunaliga stovnað í 1999 við tí endamáli at geva út bøkur um danskar ferjur og ferðamannaskip, men gevur eisini út aðrar bøkur. Eitt plátufelag er eisini í ferð við at geva út nakað av tí beat-musikki, sum Bjarni og hansara rockband spældu í 60-unum, tá hann búði á Bornholm. So hann hevur nógv jørn í eldinum í løtuni.
Tá vit spyrja Bjarna, hvussu hann fær tíð til at fáast við allar hesar útgávurnar, samstundis sum hann hevur sítt fasta starv sum bókavørður, sigur hann, at tað er hugurin sum drívur verkið. Hann ger júst tað, sum honum dámar best. Eisini er hann sera hugtikin av Føroyum, føroyingum og tí hita og tryggleika, sum hann kennir, tá hann er saman við føroyingum. Kanska er tað tí, hann sjálvur er hálvur føroyingur og skilir ta føroysku mentanina.
Bjarni hevur annars givið fleiri aðrar bøkur út, sum flest allar hava við føroyska skipasøgu at gera sum t.d. bókin um Smiril, sum var bygdur í 1932, bókin "Tjaldur" um ferðamannaskipið Tjaldur hjá Skipafelagnum Føroyar, ið kom sum nýtt til Føroya í 1953, og ein bók um tey fýra ferðamannaskipini hjá Skipafelagnum við navninum Tjaldur. Hann gav eisini út bókina Nordsøens hurtigløbere sum er um DFDS-ferðamannaskipini Kronprinsesse Ingrid og Kronprins Frederik, sum eisini sigldi upp á Føroyar í fleiri ár.
Føddur í Vestmanna
Bjarni Åkesson Filholm er føddur í Vestmanna í 1952. Pápin er danskari og mamman er føroysk, ættað av Tvøroyri, ið er tann bygdin í Føroyum, sum Bjarni kennir best.
Familjan búði nøkur ár í Føroyum, tey búðu í Vestmanna, í Havn, og á Tvøroyri. Pápin, ið var verkfrøðingur, var settur í starv hjá Føroya Løgtingi sum eftirlitsmaður, hann hevði eftirlit við ymiskum byggiarbeiði, sum t.d. vatnbyrgingunum í Vestmanna og ymiskum byggiarbeiði í Havn og á Tvøroyri.
Mamman, Sonja Åkesson Filholm, er dóttir ein svenskan innflytara, Albin Åkesson og Mathilde Mortensen, ættað av Tvøroyri. Abbin, Albin Åkesson kom úr Svøríki í byrjanini av 1900-talinum og arbeiddi í kolanámum og upp á veg í Suðuroynni. Hann var við til at byggja vitarnar í Akrabyrgi og í Mykinesi. Familjan flutti til Danmarkar, tá Bjarni var 3 ára gamal.
Eftir tað ferðaðust tey ofta til Føroyar í summarfrítíðini. Familjan ferðaðist millum lond við ferðamannaskipinum Tjaldur hjá Skipafelagnum. Tað var um hesa tíðina, at Bjarni bleiv so hugtikin av hesum so sera vakra skipi.
Familjan Filholm búsettist seinni á Bornholm, har Bjarni gekk í skúla og tók studentsprógv í 1972. Hann lærdi til bókavørð á Danmarks Bibliotekshøjskole og bleiv útlærdur í 1976. Síðan hevur hann arbeitt sum bókavørður. Seinastu meira enn 20 árini hevur hann arbeitt á Hjørring Bibliotek.
1.
Bjarni Åkesson Filholm ínni í Havnar kirkju saman við modellinum av Norske Løve










