Ritan verri farin enn hildið

Í síðstu viku kom fram, at menn høvdu varnast eitt hol í skrokkinum á Rituni, og nærri kanningar hava staðfest, at holið er komið orsakað av teringi. Nú er so staðfest, at skaðin er væl størri enn framman undan mett, og tí fer helst at ganga hampiliga drúgv tíð, áðrenn Ritan verður sett í sigling aftur í Norðoyggjum.

Strandferðslan hevur leigað Alpha Pilot at røkja rutusiglingina í Svínoy og Fugloy, men trupulleikin er tann, at hann er ikki skikkaður til farmaflutning.

- Vit fáa flutt tað mest neyðturviliga við Alpha Pilot, vanligar matvørur, post og annað, men tá tað kemur til stóra farmin, so sum byggitilfar og líknandi, savna vit hann saman á goymsluni í Klaksvík og leiga so størri bát at flyta tað út til Fugloyar og Svínoyar, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari á Strandferðsluni.

Hann sigur, at Strandferðslan fyribils hevur leigað Alpha Pilot í einar 3-4 vikur fram til fult yvirlit er fingið yvir skaðan á Rituni.

Hetta er nakað, sum tekur eitt sindur av tíð, tí her skal jú ein eykajáttan til. So tá fult yvirlit er fingið av støðuni ber betur til at siga, hvussu leingi Ritan verður burtur úr sigling, sigur Jens Petur Brattalíð.