Ritan á sleipistøð

Í næstu viku fer strandfaraskipið Ritan á sleipistøð. Silja Star og Dragaberg loysa Rituna av Týsdagin 28. august fer strandfaraskipið Ritan á sleipistøð í Vági, og gongst sum ætlað fer arbeiðið at taka 14 dagar.

Strandferðslan hevur gjørt av, at Silja Star skal loysa Rituna av, og at siglt verður eftir galdandi ferðaætlan.

Dragaberg fer at røkja frakttúrarnar, Dragaberg byrjar tó ikki siglingina fyrr enn fríggjadagin 31. og fer at sigla eftir ferðaætlanini. Frakttúrurin mikudagin 29. verður ikki sigldur, sigur Strandferðslan.

Dragaberg fer eisini at røkja túrarnar hjá Rituni til Skúvoyar. Týsdagin 28. siglir Ritan frakttúrin til Skúvoynna.