Tað er ikki rætt, at Ritan bara liggur. Strandferðslan arbeiðir so skjótt sum tilber, og tað liggur einki kolli og bíðar eftir at verða flutt út í Svínoynna, sigur Johan Dahl. - Lat meg beinanvegin sissa fugloyingar og svínoyingar. Strandferðslan ger alt tað, sum er neyðugt fyri at tryggja gott og nøktandi ferðasamband út í Fugloynna og Svínoynna, og teir syrgja fyri, at allur farmur verður fluttur. Og lat meg undirstrika, at tað liggur einki kolli og bíðar, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður við samferðslumálum.
Hann harmast um, at stjórin á smoltstøðini í Svínoy tekur so rívan til.
- Strandferðslan ger alt, sum neyðugt er fyri at tryggja, at eisini smoltstøðin fær sín farm út í oynna, sigur Johan Dahl.
Hann sigur, at tilboð eru komin inn upp á umvælingina, og at tey nú verða viðgjørd.
- Talan er um rættiliga umfatandi umvæling. Skiftast skulu einar 30-40 fermetrar av skrokkinum út, og hetta er so mikið drúgt, at roknað verður við umleið trimum vikum at gera arbeiðið liðugt, sigur Johan Dahl.
Ritan var tikl klassingar fyri einum ári síðani, og tann frágreiðingin fyriliggur, so ilt er at siga, hvussu so nógv tering kann staðfestast á skipinum nú.
- Strandferðslan arbeiðir so kjótt sum yvirhøvur tilber, og um tríggjar vikur skuldi hetta umfatandi arbeiðið so verið liðugt, sigur Johan Dahl.