Seinast í hesum mánaðinum fáa svínoyringar og fugloyingar »nýtt« strandfaraskip, tá »Ritan« verður sett í siglingina hjá »Másanum«.
Hetta upplýsir Johan Dahl, landsstýrismaður í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, sum hevur sett honum fyrispurning um evnið. Ritan skal ætlandi í sigling í viku 25.