Ritan og lómurin illa fyri

- Tað kann ljóða eitt sindur løgið, men hóast vit síggja fleiri fuglasløg væl fyri í ár, eru eisini onnur illa fyri.

- Tað kann ljóða eitt sindur løgið, men hóast vit síggja fleiri fuglasløg væl fyri í ár, eru eisini onnur illa fyri.

 

Tað sigur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur.

 

Tí hóast bæði nátin, ternan og lundin hava góðar dagar í ár, eru bæði ritan og lómurin illa fyri.

 

Tað kann tykjast løgið, tá bæði lundin, nátin og ternan eru væl fyri, at bæði lómurin og ritan eru illa fyri. Tað gevur ikki meining sigur Jens-Kjeld Jensen.

 

Hann sigur, at tað eru trý lómapør á Nólsoynni, men bert tvey verptu.

 

- Hini bæði fingu tvey egg í part, men bert ein ugni kom undan í part. Annar ungin doyði, og eg dugi ikki at siga, hvat hendi við unganum á Halavatni. So í besta føri er bert ein ungi komin undan hjá lóminum í ár í Nólsoy, sigur Jens-Kjeld Jensen.

 

Og hetta skal haldast ímóti góðu gongdini hjá bæði lundanum, ternuni og nátanum.

 

- Eg dugi heilt einfalt ikki at siga, hvat tað er, sum ger munin í ár, sigur Jens-Kjeld Jensen.