5-MANNAFØR DREINGIR
Einasta manningin, sum í Vági endurtók sigurin av Skálafjørðinum, vóru dreingirnir umborð á Rituni.
Strípan av Strondum hevði undan Jóansøkuni havt vánaligt kappingarár. Hesa ferð fekk Strípan, sum lá langt frá teimum, ið tað hevur gingið væl hjá í undanfarnu kappingunum, besta startin. Eina løtu var Strípan eina bátslongd frammanfyri teir næstu. So javnaðist munurin, og tað tóktist sum um, at tað fór at enda soleiðis, sum tað hevði gjørt undanfarnu ferðirnar.
Ritan og Jallur lógu stavn um stavn, og Kollur var eina løtu fremstur av øllum. Undan endaspurtinum stakk Ritan seg framum aftur. Í endaspurtinum gekk Strípan framúr væl. Hálva bátslongdin fram til Rituna minkaði til skut og hálvan skut, og á málinum var munurin lítil og eingin.
- Vit høvdu eyguni eftir teimum, sum vit higartil hava kappast við. Vit vistu, at teir bátarnir vóru allir aftanfyri okkum. Vit hugsaðu ikki um Strípuna, sum lá langt úti í borðinum. Tíbetur vóru vit fyrri á mál enn teir, men tað var so akkurát, staðfestu væl nøgdu Ritu dreingirnir.
Jallur, Kollur og Havfrúgvin komu á mál mest sum stavn um stavn. Teir vóru hálva bátslongd aftanfyri teir báðar fremstu.
Ritan hevði sama flogið, sum hon hevði á Sundalagsstevnu og Eystanstevnu. Triðja plássið hjá Jalli kostaði teimum eyka stig í kappingini um FM, sum teir norðuri í Sundi nú liggja heilt væl fyri í. Ritan hevur ongantíð vunnið FM.
5 mannafør dreingir
1Ritan05:05.08
2Strípan05:05.10
3Jallurin05:07.16
4Kollur05:07.19
5Havfrúgvin05:07.21
6Sílið05:13.17
7Blikur05:15.10
8Drekin05:19.07