Leo Poulsen
Gamla nólsoyarskipið, Ritan, røkir aftur farleiðina til Nólsoyar hetta tíðarskeiðið frá 16. august til 5. september, meðan Ternan er á beding.
– Hetta er vanliga, kravda klassingin, sum skipini skulu ígjøgnum í hvussu er annaðhvørt ár. Millum annað skulu botnkanningar gerast, men vit vita so ikki um nakrar neyðugar ábøtur. Vísir seg nakað, taka vit tað harfrá, sigu Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Ritan fer ikki at taka nevnivert av farmi við, og tí fer Sam at sigla týsdagar og hósdagar við farmi, úr Havn klokkan 11 og úr Nólsoy klokkan 12. Siglt verður 18., 23., 25. og 30. august.
Alpha Pilot fer at røkja siglingina til Svínoyar og Fugloyar, meðan Ternan er á beding.