Ritan fingið skaða á skrúvuna

Eingin sigling er í løtuni til Fugloyar og Svínoyar

Ferðafólk til og frá Svínoy og Fugloy mugu brynja seg við toli, tí í løtuni er ongan sigling til oyggjarnar. Orsøkin er at Ritan hevur fingið skaða á skrúvuna. Tað boðar Strandferðslan frá á heimasíðu síni.


- Í dag hevur Ritan tikið í inni í Hvannasundi og skaði er komin á skrúvuna. Sostatt er ongin sigling til Svínoyar og Fugloyar í løtuni, skrivar Strandferðslan.


Upplýst verður ikki nær ferðafólk kunnu vænta, at rutusiglingin verður uppafturtikin, men lovar stovnurin at meira kunning um hetta kemur seinni.