Ritan fær góða móttøku

Fríggjadagin verður móttøka í Hvannasundi fyri strandfaraskipinum Rituni, sum frameftir skal røkja siglingina millum Hvannasund, Svínoy og Fugloy. Fríggjamorgunin kl. 10.00 leggur strandfaraskipið Ritan frá landi í Vági við kós móti Hvannasundi, har móttøka verður á havnarlagnum, tá ið Ritan er komin norður - væntandi millum kl. 15 og 16.

Ætlanin er, at Ritan fer sín fyrsta túr á Svínoyar- og Fugloyarleiðini fríggjakvøldið klokkan 18:30.

Ritan er í løtuni á sleipistøð í Vági, har ymsar umvælingar verða gjørdar. Skipið hevur millum annað fingið nýggja bógskrúvu, nýggjar og tíðarhóskandi fendarar, og atkomumøguleikarnir hjá ferðafólki eru betraðir.