Ritan á beding

Tá nólsoyingar mánadagin ætlaðu sær til Havnar, var tað ikki strandfaraskipið Ritan ið stóð fyri hesum flutningi.

Henda dagin fór hon nevniliga á beding á Tórshavnar Skipasmiðju. Ístaðin er tað Silja Star úr Vestmanna sum røkir siglingina millum Havnina og Nólsoy. Eftir ætlan fer Ritan aftur í sigling fríggjadagin í næstu viku.
Silja Star tekur 48 ferðafólk. Sagt verður, at sleppa ikki øll ferðafólkini við, verður siglt tvær ferðir.
Er talan um farm, so fer "Dragaberg" at sigla við hesum til Nólsoyar.