Jákup av Skarði
Arbeiðsbólkurin, ið arbeiðir fyri at fáa til vega nýggja Ritu, legði á borgarafundinum í Nólsoy 15. mai fram arbeiði higartil. Orsøkin, at vit settu fram ynski, at Tórshavnar kommuna og nólsoyarnevndin skipaðu fyri almennum fundi, var fyrst og fremst at vita hvat nólsoyingar halda um tær ætlanir vit hava.
Prátið gekk væl og tá ið gott og væl 50 fólk ikki høvdu stórvegis spekulatiónir til okkara ætlanir, so ganga vit áfram við fullum huga at pressa á at nýggja Ritan er tøk á sumri 2009 – í seinasta lagi.
Í kortunum liggur, at Jacob Vestergaard kallar SSL og arbeiðsbólkin til fundar fyri summarfrítíðina. Á hesum fundi vóna vit sjálvsagt at SSL hevur góðar ætlanir fyri nýbygging og somuleiðis ítøkiligar ætlanir um tað skip, ið skal røkja samferðsluna komandi tvey árini áðrenn nýggja Ritan er liðug.
Tey krøv, ið arbeiðsbólkurin hevur sett upp snúgva seg fyrst og fremst um komfort og farm. Í krøvunum um komfort, er bæði at ein og hvør sleppur trygt og høgliga í ferðahølið - við egnari hjálp. Harafturat er sjálvsagt eisini krav at ferðafólkið ferðast í friðaligum umhvørvi, har møguleiki er at práta saman og somuleiðis at wc-viðurskiftini eru fyriskipað rørslutarnaðum. Nógv onnur fyrilit eru og tey hevur arbeiðsbólkurin lýst í faldarum, greinum og práti frammanundan.
At krøv eru um farmaflutning, er sjálvsagt við tí í huga, at á dekkinum skal verða rúm fyri tveimum stórum bilum, so oljuflutningur, renovatiónsbilar, handilsfarmur, vanligur bilaflutningur o.m.a. kann fara fram eftir forskriftum, ið hóska nútíðini til. Sjálvsagt eru fyrimunir við líkbili sera frammaliga í huga á teimum, ið hava sæð líkkistu hanga í krana í leysum lofti – lyft beint úr last, ið verður nýtt til so mangt.
Spurningur kann setast við um 6 persónbilar ella fleiri skulu rúmast á dekkinum, men hetta skal eisini haldast í mun til hvussu stórt nýggja skipið skal vera í mun til hvussu onnur skip áður hava eydnast. Okkara uppskot er eisini at ferðafólkatalið er 180 um veturin og so nakað meira um summarið. Arbeiðsbólkurin legði fram, at tá ið talan er um at flyta bilar um fjørðin, skulu atlit sjálvsagt eisini takast til hvussu hetta verður loyst í bygdini, so at hugnaliga bygdarlívið ikki verður órógva ov nógv.
Sjálvsagt hevur SSL tøl av ymsum slag um hvussu ferðast verður um fjørðin. Tó er at hava í huga, at umstøðurnar vit hava livað undir í so mong ár, eisini eru orsøk til at hvørki bila- ella ferðafólkaflutningur kann verða heilt nógvur tá ið hendan Ritan ikki hevur møguleika til tað stóra.
Optimalt er at SSL skipar fyri almennum fundi í Nólsoy sum skjótast, har ætlanir verða lagdar til hoyringar. Landsstýrismaðurin hevur kunnað arbeiðsbólkin, at ætlanir eru at skipa fyri fundi í heyst – men tá verður trupult (kanska ógjørligt) at gera broytingar. Tí Jacob Vestergaard hevur givið lyfti um at nú peningur er játtaður til verkætlanina, so verður verkætlanin liðug fyri ársskiftið!
Harvið er møguleiki at nýggja Ritan røkir farleiðina á sumri 2009
f. arbeiðsbólkin, Jákup av Skarði
FILENAME Ritan anno 2009
Arbeiðsbólkurin at fáa til vega nýggja Ritu
Jákup av Skarði