Ritan afturkomin

Seinastu dagarnar hevur Ritan verið til botneftirlit á bedingini í Vestmanna, og tí hevur Ternan I silgt ímillum Nólsoy og Havnina.

Stefan í Skorini


Ritan kom tó aftur úr Vestmanna í gjár, og er tí nú aftur í sigling millum Havnina og Nólsoyar. Ternan I fer mánadagin aftur í sigling ímillum Havnina og Skálafjørðin.