Rita hevur 13.000 børn

Í Vakstrarhúsinum Dáin í Sandavági standa 13.000 jólastjørnur og bíða. Mamma teirra eitur Rita Larsen, ánari og stjóri í vakstrarhúsinum. - Vit byrja við jólastjørnunum um Ólavsøkutíð, sigur hon.

Tað er ein vøkur sjón, ið møtir einum í Vakstrarhúsinum í Sándavági. Eitt reytt teppi av jólastjørnum breiðir seg út yvir alt húsið. Ein litil rond av hvítum jólastjørnum ger eitt mynstur í teppið.

- Av teimum 13.000 jólastjørnunum, ið vit framleiða her, eru bara 2.000 hvítar, greiður Rita Larsen frá.

Hon og maðurin keyptu vakstrarhúsið í februar 2008. Rita er útlærdur gartnari, og maðurin er timburmaður.

Rita hevur áður starvast við urtagarðsrøkt. Hon býr í Fuglafirði og koyrir til arbeiðis í Sandavági hvønn dag.

Nú uppundir jól eru tey seks fólk, sum starvast í vakstrarhúsinum. Nógv er at gera við blómunum og sølu av jólalutum.

- Vanliga starvast eini trý fólk her, men á jólum og um summarið eru vit fleiri, greiður Rita frá.


Páskaliljan

Á gólvinum standa bakkar við leykum til páskaliljurnar. Rita og starvsfólkini mugu hugsa um framtíðina, og eftir jól fer framleiðslan av páskaliljum, tulipanum og summarblómum ígongd.

- Hetta er einki 8-16 arbeiði. Blómurnar hava brúk fyri okkum allatíðina, og tí er torført at hava nakra longri frítíð, sigur Rita.

Jólastjørnurnar, sum nú ræður um at selja, skulu út til handlar um allar Føroyar. Kappingin er hørð frá influttu blómunum.

- Eitt vakstrarhús í Danmark kann selja eina millión av jólastjørnum, tað kunnu vit sjálvandi ikki, og tí ber illa til hjá okkum at kappast um prísin, sigur Rita.

Jólastjørnan er einasta jólablóman, ið Vakstrarhúsið Dáin framleiður.

Eitt annað vakstrarhús er í Føroyum, í Suðuroynni, men framleiða tey bara summarblómur.


Reytt av myrkri

Jólastjørnurnar, ið nú blóma vakurt, krevja 12-16 vikur at koma seg. Hitin skal vera høgur í byrjanin, upp ímóti 22 stigum, og so líðandi lækkar hann til 18 stig. Eisini skulu tær hava myrkur fyri at blóma, og fá rætta reyða litin.

- Eg trúgvi at jólastjørnurnar, sum eru uppvaksnar í Føroyum, við tí føroyska ljósinum, klára seg longri enn tær influttu, sigur Rita.




Fakta Rita Larsen

Arbeiðspláss: Vakstrarhúsið Dáin

Starv: Gartnari

Besta við starvinum: Ógvuliga fjølbroytt. Fantastiskt at síggja, hvussu eitt tómt hús fyllist við grønum, vøkrum blómum.

Ringasta við starvinum: Altíð til arbeiðis, 2.000 fermetrar, sum skulu ansast alla tíðina.

Starvstíð: 9 ár

Lívsstarv: Ja, dugi ikki at ímynda mær naka annað starv enn hetta.

Starvsfólk: Úr trimum upp í seks

Sett á stovn: Um 30 ár síðani vakstrarhúsið varð bygt

Staður: Sandavág

Stjóri: Rita Larsen


Yndlingsblómurnar hjá Ritu eru: Lilja, gerbera, rósa og dahlia