Ein fyribils uppgerð hjá Náttúrugripasavninum vísir, at 2702 fuglar vórðu ringmerktir í Føroyum í 2011, og at talan er um tilsamans 37 fuglasløg. Fyri fyrstu ferð í 2011 varð ein dimmur velreyði er ringmerktur í Føroyum.
- Ringmerking er ein sera týðandi liður í arbeiðnum at fáa meira vitan um, hvussu fuglur livir og ferðast. Men tað er tó ikki nóg mikið bara at seta ein ring á fuglin. Fyri at arbeiðið skal hepnast, er minst líka týdningarmikið at fáa fráboðanir, tá fólk finna bæði livandi og deyðan ringmerktan fugl.
Tað sigur Náttúrugripasavnið á síni heimasíðu.
Í 2011 vórðu samanlagt 126 fráboðanir um ringmerktan fugl sæddan í Føroyum, og av hesum eru fleiri áhugaverdar afturmeldingar.
Náttúrugripasavnið sigur, at eitt nú er -
* Drunnhvíti merktur 2. august 2011 í Nólsoy og avlisin 13 dagar seinni á Tres Ness, Sanday, Orkney, sum liggur 386 km. úr Nólsoy.
* Reyðspógvi merktur sum vaksin 28. januar 2009 á Reverve Moeze, Charente-Maritime, France og avlisin í Sandoy 22. apríl 2011. Hesin reyðspógvi er sæddur 12 ferðir í økinum við Charente-Maritime, eitt nú á heysti 2009 og 2010 og 9. apríl 2011 í Hálandi. Sandoyggin er 1844 km. fra staðnum, har reyðspógvin varð merktur.
* Likkuskuri merktur 24. juni 2011 í Klaksvík og avlisin 19. oktober 2011 í Monte Cordo, Vila Real de Santo António, Faro, Portugal, sum er 2789 km. úr Klaksvík.
* Rita merkt sum vaksin 7. juli 1990 á Hornøya, Vardø, Noregi og fleygað á Munkagrunninum 21. desember 2011. Ritan bar soleiðis ringin í næstan 21,5 ár.
* Álkupisa merkt 20. juni 2010 á Bardsey Island, Wales og skotin 114 dagar seinni í Trongisvágsfirði, 985 km. frá staðnum, har hon varð merkt.
* Lomvigapisa merkt 29. juni 2010 við Sumburgh í Shetlandi og skotin 101 dagar seinni í Hvannasundi, 393 km. úr Sumburgh.