Ristingarnar kendust ógvusligar í Kongsgili

- Ristingarnar frá slíkum spreingingum kunnu vera rættiliga ymiskar, og tær kunnu fara ymiskar vegir - alt eftir, hvussu undirgrundin er, sigur løgreglan.

 

Beint eftir klokkan 18 í gjár fekk løgreglan tríggjar fráboðanir frá fólki um, at rættiliga ógvusligar ristingar vóru frá einari spreinging inni í Húsareynstunlinum.

 

- Onkur sethúsaeigari sigur, at onkur rútur punkteraði, og onkur helt seg síggja rivur í betonginum. 

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey fara at hyggja upp á hesi tingini í dag, men er talan um materiellar skaðar, verður hetta helst ein spurningur millum húsaeigarar og tryggingarfelagið. 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fráboðanir koma um ristingar í samband við tunnilsbyggingina í Havn.

 

- Vit vita, at ristingarnar frá slíkum spreingingum kunnu vera ættiliga ymiskar, og tær kunnu fara ymiskar vegir - alt eftir, hvussu undirgrundin er.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at ristingarnar kunnu fara niður í geirar, sum ristingarnar síðan fara eftir, og tá kunnu tær kennast ógvusligar.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at seinasta fríggjadag visti Articon, sum er arbeiðstakari, at siga, at 200 metrar vóru eftir at spreingja av Húsareynstunlinum.

 

- Tað var serliga við Kongsgil á leiðini niðan fyri Hotel Føroyar, at ristingarnar hesaferð kendust ógvusligar, leggur vaktleiðarin aftrat.