Risti í høvdið á kvinnuni

Fyri nøkrum vikum síðani varð ein hýruvognsførari í Havn hóttur við knívi. Nú er aftur eitt líknandi mál meldað til løgregluna

Næstseinasta sunnudag var galið við Hvítanes. Sosialurin frættir frá ónevndari keldu innan hýruvognsumhvørvið í Havn, at ein kundi vildi ikki gjalda, tá túrurin var liðugur. Førarin biður mannin fara úr bilinum, men tá rykkir kundin í hondbremsuna, og kvinnuligi hýruvognsførarin megnar ikki at fáa hondbremsuna niðuraftur og sleppur tískil ikki avstað. Maðurin situr framvegis í bilinum. Førarin roynir nú at kalla á støðina, og tað eydnast. Maðurin, sum ikki er vælsintur, vil vita hvat hon ger. Hann skræðir síðani sendaran í bilinum av. Síðani tekur hann í hárið á henni og ristur hana aftur og fram. Kvinnan er sjokerað, men meldar ikki málið.
Nú hevur felagið hjá hýruvognsførarum meldað tilburðin til løgregluna. Kristina Christiansen, virkandi støðleiðari á løgreglustøðini í Havn, sigur, at avhoyringar eru í málinum í hesum døgum. Meira fær hon ikki sagt.