Mánadagin seinnapart kom Magnus Heinason aftur av royndartúri við skiljirist. Endamálið við royndini var at kanna, hvussu væl ristin skilir tosk, hýsu og upsa. Tað skrivar Havstovan á síni heimasíðu.
Skipið fór av Havnini 21. apríl og høvdu 28 hál teir dagarnar skipið var úti.
- Vit høvdu 28 hál, harav tey fyrstu 15 tóvini vóru norðanfyri, frá Viðoynni og eystur um Fugloynna, hetta fyri at fáa blanding av tosk og hýsu.
Stovnurin letur bara heilt væl at royndini við nýggju ristini.
- Fyribils sær út til, at ristin skilir væl. Tað var meira av smáari hýsu og smáum upsa í trolinum við ongari rist, í mun til trolið við rist.










