Risin vann á legenduni

Við dómaraatkvøðunum 114-114, 116-112, 115-114 vardi russiski Nikolai Valuev sítt heimmeistaraheiti í tungvektsboksing í dysti móti 46 ára gamla Evander Holyfield

 

Hóast tapið, so er eingin ivi um, at Evander Holyfield prógvaði, at tað framvegis er dugur í boksihandskum hansara. Fyrstu umgangirnar hevði amerikumaðurin gott tak á russiska risanum, men sum umførini gingu, gjørdust beinini heldur tyngri. Og við fyrimuninum, sum russin hevði í longu ørmunum, gjørdist talan um ein sera krevjandi dyst hjá Holyfield.

Sjálvur valdi Valuev eisini at gera eitt lítið bukk í virðing fyri Holyfield, tá dysturin var av. Hann hevði dystast móti einum av stóru legendunum í tungvektsboksing, og hann mátti eisini ásanna, at hóast 44 kilo, 24 sentimetrar og 11 ár í fyrimuni, so noyddist hann at stríðast í samfullar 12 umgangir.