Risin um at fara í dvala

Sjáldsama stór frágongd hevur verið á kyndlaliðnum í mun til seinasta kappingarár, og tilgongdin uttanífrá hevur ikki verið hin stóra. Spurningurin verður tí helst í stóran mun, hvussu teir ungu kyndlaleikararnir fara at standa seg í kappingini komandi ár

Kyndil hevur í heilt nógv ár verið eitt av stóru feløgunum í føroyskum manshondbólti. Saman við vestmenningunum hava teir so at siga átt patent upp føroyameistaraheitið tey seinastu mongu árini, og burtur sæð frá Neistanum fyri 21 árum síðani og STÍF seinasta ár, hevur einki føroyskt felag kunna hótt hesa duettina.

Í ár kann talan tó gerast um aðrar tónar frá teimum grønklæddu havnarmonnunum. Nógv fólk er farið úr felagnum, og hevur felagið mist leikarar til onnur føroysk feløg, ímeðan aðrir hava valt at satsa meira upp á fótbóltin enn hondbóltin.


Egið fólk

Ein kundi kanska hildið, at mest nærliggjandi loysnin vildi verið at farið eftir leikarum úr øðrum føroyskum feløgum ella møguliga at leita sær styrk uttanlanda, men hetta hava teir sum so ongar ætlanir um í Kyndli.

Gamaní hava teir fingið ein danskan málmann hendavegin, eins og Jacob Jónsson framvegis er í felagnum, men verður sæð burtur frá hesum, hevur talan ikki verið um fremmanda tilgongd, og má sigast at hetta er ein sera djørv avgerð, tá hugsað verður um at talan er um eitt felag, sum vit altíð eru von við at síggja í fremstu røð. og sum aloftast eisini sjálvir vilja vera har.

Tónarnir eru tó eitt sindur øðrvísi úr kyndlaleguni í ár. Sophus Dahl Christiansen er settur at taka sær av fremsta mansliðnum, og skulu vit trúgva honum, so eru krøvini ikki eins stór og vanligt, tá kyndlaleikararnir fara á ymsu leikvallirnar kring landið í ár.


Hugsa um framtíðina

Sum nakað nýtt hevur Kyndil nevnliga ikki sett sær sum mál at gerast nummar 1, men vilja teir ístaðin arbeiða meira langsiktað, soleiðis at fólkið sum nú er við, kann verða við til at mynda toppin í føroyskum hondbólti um nøkur ár.

Sjálvandi vilja vit gjarna vera við, har sum tað er stuttligt at vera, men fyri okkum er tað eingin katastrofa um vit gerast til dømis nummar 3, sigur Sophus, sum tó samstundis sigur, at sjálvt um meistaraskapurin ikki er alpha og omega fyri teir, so ætla teir sær ikki at lata møguleikan fara fram við borðinum, um tað skuldi hent at hann var til staðar.


Stór frágongd

Verður hugt eftir liðnum í ár, sæð í mun til liðið seinasta ár, so sæst eisini at talan er um eina ógvusliga frágongd. Burtur eru brøðurnir Hannis og Bjarni Wardum.

Harumframt hevur fótbóltsmálmaðurin, Bárður Johannesen valt at satsa alt upp á fótbóltin, eins og hondbóltsmálmaðurin, Hans á Lag. Hetta er eisini orsøkin til, at Kyndil hevur leitað sær útlendskan málmann, tí umframt at Hans er givin, er eisini hin fasti málmaðurin seinasta ár, Petur Magnusson, farin yvir til bláu grannarnar í Neistanum.

Sophus heldur tó, at tað ikki ger nakað, at hópurin er somikið ungur í ár, tí tað tekur broddin av tí trýsti, sum annars hevði ligið á teimum, tá havt verður í huga at teir einans vóru nøkur fá mál frá at verða meistarar seinasta ár.


Kennir leikararnar

Tá vit tosaðu við Sophus, var hann júst komin til landið, so hann hevði enn ikki havt stundir til at tosa við leikarahópin, men við tað at hann ikki er nakar ársungi í Kyndli, so hevur hann tó sera góðan kunnleika til flestu leikararnar, so hann hevur longu nú gjørt sær eina mynd av, hvussu teir koma at spæla komandi ár.

Talan verður heldur ikki um nakrar kollveltandi broytingar í spælistílinum, men Sophus metir tó, at teknikkurin hjá leikarunum eigur at betrast nakað, soleiðis at teir kunnu megna at spæla skjótari enn seinasta kappingarár, og á henda hátt skapa fleiri trupulleikar fyri mótstøðuliðini.

Fortreytin fyri hesum er tó, at menn mugu venja dúgliga, og sum Sophus sigur, so er eitt hjá teimum at gera, og er tað at fara í arbeiðsklæðini, við tí fyri eyga at betra seg so nógv sum gjørligt, bæði sum lið og sum einstaklingar.


Útbugving

av venjarum

Sophus er í løtuni einasti einasti føroyski venjarin, sum hevur tikið elituvenjaraútbúgvingina hjá DHF. Hóast nakrir aðrir føroyingar í løtuni eru í ferð við at taka somu útbúgving, so heldur Sophus, at alt ov lítið verður gjørt, fyri at eggja føroyskum venjarum at útbúgva seg.

Allir teir, sum í løtuni taka hesa útbúgving, gera hetta av sínum eintingum, og Sophus metir hetta viðføra, at menningin av føroyskum hondbólti tískil gongur nógv seinni, enn hon annars vildi gjørt.

Verður hugt eftir fótbóltinum, sæst at FSF í fleiri ár hevur gjørt nógv við hetta øki, og at hetta so sanniliga eisini hevur givið úrslit leggur Sophus afturat.