Risin reyk út

Sætta árið á rað eydnaðist ikki spanska stórfelagnum, Real Madrid, at røkka fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini

Undan dystinum ímóti Lyon í gjárkvøldið lá alt trýstið á Real Madrid, tí franska liðið vann fyrra dystin 1-0. Og hóast Real Madrid royndi sítt besta á heimavøllinum, spurdist bert ein javnleikur burturúr.
Sostatt er spanska stórfelagið liðugt í ársins útgávu av Champions League, og syrgiligu hagtølini siga eisini sítt, tí hetta er sætta árið á rað, at Real Madrid ikki røkkur so langt sum í fjórðingsfinaluna í størstu europeisku kappingini.
Tað byrjaði annars so væl í gjárkvøldið, tí bara seks minuttir vóru farnir, tá vælupplagdi Cristiano Ronaldo skoraði trygt til 1-0, og teir 80.354 heimaáskoðararnir á Estadio Santiago Bernabéu kendu vónina kveikta av nýggjum.
Men Lyon vildi ikki geva seg, og serliga í seinna hálvleiki legði franska liðið stórt trýst á og jagstraði útjavnandi málið. Tað eydnaðist eisini, tí tá eitt korter var eftir, gjørdi Miralem Pjalic tað til 1-1 eftir eina góða sending frá svenska landsliðsspælaranum, Kim Källström, og hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, ið sendi Lyon víðari, tí Real Madrid megnaði ongantíð at svara aftur.
– Hetta var eitt gott kvøld. Vit høvdu trupulleikar av Real Madrid í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vístu vit, at tað er uppiborið, at vit eru víðari, segði Lyon-venjarin, Claude Puel.
Starvsfelagi hansara í Real Madrid, Manuel Pellegrini, var mótfallin eftir dystin, hvørs úrslit neyvan ger honum støðuna tryggari í venjarasessinum.
– Evstu ábyrgdina av hesum eigi eg. Nú mugu vit so royna at vinna sponsku landskappingina. Tað verður í øllum førum avgerandi fyri, hvussu mín framtíð lagar seg, suffaði Pellegrini.