Landsdystir
Hugt yvir ein kamb, mundi besta persónliga føroyska avrikið um vikuskiftið vera tað hjá Sámali Joensen. Í verjupartinum var hann sera stinnur ta tíð, sum hann var á vøllinum, og eisini í álopspartinum gjørdi hann meira um seg, enn vit hava sæð seinastu dystirnar.
Sambært stóra vestmenninginum, so eru hesir báðir lutir tó ikki tengdir serliga nær at hvørjum øðrum.
Sjálvsálitið avgerandi
- Eg haldi ikki, at verju- og álopsparturin eru so nær at tengd at hvørjum øðrum, tá metast skal um persónliga avrikið. Litavarnir høvdu ikki teir øgiliga stóru skjúttarnir, og tí riggaði tað sera væl hjá okkum at spæla við eini 6-0 verju.
Sum nevnt, so var tað tó ikki bara í verjupartinum, at Sámal gjørdi um seg. Eisini í álopspartinum kom væl burtur úr, og kanska serliga beint eftir steðgin í fyrra dystinum fóru kúlurnar ferð eftir beint í meskarnar. Spurdur, hví hann ikki hevði roynt hetta áðrenn, segði hann, at tað hevði hann sum so, men at tað ikki er altíð, at tað eydnast so væl.
- Tað er bara so, at tá mann kanska kiksar tvey ella trý tey fyrstu skotini, so verður hugurin at royna aftur nakað minni. Leygardagin riggaði tað knappliga hjá mær, og so er bara at skjóta.
Hondin verður klár
Tíverri fyri føroyska liðið, noyddist Sámal av vøllinum tíðliga í dystinum sunnudagin, og hóast hann seinni kom aftur á vøllin, so tóktist greitt, at okkurt bagdi hondini. Talan var tó ikki nakran álvarsligan skaða. Sámal greiddi frá, at hann blokkurin tað einu ferðina kom upp í hondina á honum, og tað doyvdi hondina nakað, men hetta er tó ikki nakað, sum fer at tarna honum mikudagin, segði hann at enda.
Hóast hondin var heldur eym sunnudagin, so verður Sámal aftur til reiðar, tá fyrra hálvfinalan skal spælast mikudagin










