Risin úr seingini

- Hatta var fantastiska stuttligt at hyggja eftir, men samstundis var tað óhugnaliga spennandi. Eg lág jú einsamallur á Hotel Føroyum, og eg haldi, at seinastu 10 minuttirnar lág eg bara undir dýnuni.

Soleiðis sigur Símun Samuelsen um dystin leygardagin, sum hann upplivdi á sjónvarpsskíggjanum úr hotelsteingini á Hotel Føroyum.

 

Símun var nevnliga sjúkur leygardagin, men hann er partur av ferðalagnum til Litava.

- Nú byrjar pencilinið at rigga. Eg hevði hálsbruna, og vónandi verður hetta burtur mikukvøldið. Í øllum førum er støðan nú tann, at eg skal stríðast fyri at vísa, at eg eigi mítt pláss í hópinum, og tað er eisini júst soleiðis, sum tað skal vera, sigur Símun Samuelsen.