AGF hevur nú fingið gongd á sítt spæl í næstbestu donsku deildini. Um vikuskiftið vant AGF burtur úr Lyngby, og í gjárkvøldið fekk felagið hjá Andrew av Fløtum av at vita. AGF spældi á útivølli ímóti Fremad Amager og vann dystin 4-1. Peter Graulund skoraði fyrstu trý málini í dystinum. Thomas Christensen minkaði so fyri AGF, áðren Anders Kaagh gjørdi seinasta málið hjá AGF. Andrew av Fløtum hevur ikki spælt við hjá Fremad Amager í ár orsaka av skaða, og hann var heldur ikki við í gjárkvøldið










