Risaundirskot í Rosenborg

Roknað verður við risaundirskoti í norska stórfelagnum, Rosenborg, sum á sinni vann norska meistaraheitið 13 ár á rað. 29 miljónir í undirskoti er talið, sum roknað verður við í 2009.

 

Tað hevur tí stóran týdning fyri Rosenborg at vinna seg aftur í Champions League kappingina, har teir vóru eitt fast inventar báðumegin aldarskiftið. Men fyri at ríða fíggjarliga stormin av, so hava teir í Rosenborg kalkulera við sølu av spælarum fyri 21 miljónir norskar krónur. Fyri fyrst hevur Rosenborg sýtt fyri at selja norska landsliðsspælaran, Steffen Iversen. Men kemur ikki gongd á spælarasøluna hjá Rosenborg, so kann undirskotið gerast heilar 50 miljónir krónur í 2009.

 

Tað gongur heldur einki serligt at selja árskort til heimadystirnar hjá Rosenborg. 7.700 árskort eru seld í ár, sammett við 9.300 árskort í fjør. Fótbólturin í ríkasta landinum í Europa, er eisini raktur av alheims fíggjarkreppuni.